Her er grøna kósin hjá Terja og SEV

Terji Nielsen, menningarleiðari hjá SEV, hevur staðið prógvið MBA Renewables á Beuth Hochschule í Berlin, har hann seinastu tvey árini hevur lisið og granskað í grønum orkumøguleikum. Talan er um eina hægri leiðsluútbúgving innan varandi orku.

 

- Tað er neyvan at taka munnin ov fullan at siga, at her á landi telist Terji Nielsen í dag millum teirra, sum hava hollastu útbúgving og bestu førleikar innan varandi orku. SEV fegnast um at hava Terja Nielsen í starvi, og vit ynskja honum hjartaliga tillukku og bestu eydnu á leiðini frameftir, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.

 

Høvuðsuppgávan hjá Terja Nielsen á Beuth Hochschule snúði seg um grønu kósina, sum hevur til endamáls at gera Føroyar óheftar av olju á landi í 2030. Uppgávan er eitt boð frá Terja Nielsen uppá, hvussu Føroyar kunnu røkka málinum um 100 prosent grøna orku á landi í 2030.

 

Terji Nielsen legði fram høvuðspartar av síni uppgávu í einari framløgu á Orkustevnuni 2016, sum var hildin í Norðurlandahúsinum 10. mai. Framløgan hjá Terja Nielsen sæst ovast á síðuni.

 

Terji Nielsen hevur starvast hjá SEV síðan 1999 – bæði innan koplingarstøðir og elverk. Seinnu árini hevur hann einamest arbeitt við varandi orku, har hann hevur verið verkætlanarleiðari í vindmyllulundunum í Neshaga og í Húsahaga. Hann var eisini verkætlanarleiðari fyri battarískipanini, ið fyri stuttum var sett upp í Húsahaga.

 

Terji Nielsen byrjaði sína starvsleið sum elektrikarilærlingur hjá El-Service á Skála, haðani hann var útlærdur í 1993. Hann var útbúgvin elektronikkteknikari í 1995 á Århus Tekniske Skole og veikstreymsverkfrøðingur á Århus Ingeniørhøjskole í 1999. Og nú hevur hann so staðið leiðsluútbúgvingina MBA Renewables á Beuth Hochschule í Berlin.