Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum, Sirið Stenberg, hevur gjørt av at seta Gunnbjørg Guttesen í starv sum nýggjan varastjóra við sjúkrarøktarfakligari bakgrund á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Gunnbjørg Guttesen er 43 ára gomul. Hon er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur frá Odense Sygeplejeskole í 1999, hevur onkologiska eftirútbúgving frá Århus Sygehus í 2006 og B.Sc. í sjúkrarøktarfrøði frá Fróðskaparsetri Føroya í 2009.
Nýggi varastjórin á Suðuroyar Sjúkrahúsi hevur drúgvar ítøkiligar royndir sum sjúkrarøktarfrøðingur á somatiskum sjúkrahúsdeildum, bæði í Danmark og í Føroyum umframt royndir at undirvísa frá Heilsuskúla Føroya.
Gunnbjørg Guttesen, sum tekur við starvinum beinanvegin, hevur harumframt verið virkandi fyristøðukvinna á Suðuroyar Sjúkrahúsi seinasta hálva árið.
Myndin av nýggja varastjóranum á Suðuroyar Sjúkrahúsi við sjúkrarøktarfakligari bakgrund er av Facebook-síðuni hjá Gunnbjørg Guttesen.