Í dag verður lutakast til HM-undankappingina fyri kvinnulandslið fram móti endaspælinum í Fraklandi í 2019. Føroyar eru eitt av teimum 35 londunum, sum eru við í lutakastinum. Vit fylgja lutakastinum, sum byrjar kl 12.30:
******
Úr styrkisbólki 1 kom Týskland í bólkin hjá Føroyum.
So komu Føroyar í bólk saman við Íslandi - úr styrkisbólki 2
Úr styrkisbólki 3 kom Kekkia í bólkin hjá Føroyum.
Slovenia er fyrsta landið, sum er komið í bólkin hjá Føroyum.
So komu Føroyar úr pottinum og vórðu drignar í bólk 5.
Nú er lutakastið byrjað!
Nú verður greitt frá, hvussu lutakastið gongur fyri seg, og hvussu londini kunnu spæla seg í endaspælið í Fraklandi á sumri í 2019.
******
HM-undankappingarbólkur 5
1. Týskland
2. Ísland
3. Kekkia
4. Slovenia
5. Føroyar
******
Upptakt:
Tey 35 londini, sum skulu luttaka í HM-undankappingini, skulu við lutakasti býtast út á sjey bólkar við fimm londum. UEFA hevur nú gjørt endaligu styrkismetingina til lutakastið og hevur býtt londini upp í fimm styrkisbólkar. Eitt land úr hvørjum styrkisbólki verður drigið í hvønn undankappingarbólk.
Fimm lond verða í hvørjum bólki, og øll londini spæla tveir dystir ímóti hvørjum øðrum – heima og úti. Hetta merkir, at Føroyar skulu spæla átta HM-undankappingardystir komandi árið. Vinnararnir av bólkunum sleppa til endaspælið í Fraklandi. Fýra teir bestu 2’ararnir skulu spæla play-off dystir um seinastu tvey plássini í endaspælinum.
Føroyar hava í lutakastinum møguleika at fáa nøkur av heimsins sterkastu kvinnuliðum i sín bólk – til dømis Týskland, Ongland, Spania ella Svøríki.
Dystirnir í undankappingini verða spældir frá 11. september í ár til 4. september 2018. Eftir at bólkarnir eru mannaðir, verða samráðingar millum londini um, hvussu dystirnir skulu avgreiðast, men ávís dato eru fastløgd til dystirnar.
Styrkisbólkarnir til HM-undankappingina fyri kvinnulandslið:
Bólkur A: Týskland, Ongland, Noreg, Svøríki, Spania, Sveis, Italia.
Bólkur B: Holland, Ísland, Skotland, Danmark, Eysturíki, Belgia, Russland
Bólkur C: Finnland, Ukraina, Wales, Rumenia, Póland, Kekkia, Írland
Bólkur D: Portugal, Serbia, Ungarn, Bosnia & Hersogovina, Hvítarussland, Slovakia, Slovenia
Bólkur E: Norðurírland, Kroatia, Ísrael, Kasakhstan, Albania, Føroyar, Moldova