Vinnan í økinum kring Vágsbotn og Skálatrøð hevur ikki verið nóg væl tikin upp á ráð viðvíkjandi ferðsluviðurskiftunum í sambandi við skoytubreytina í Vágsbotni, sigur Bogi Jacobsen, tekniskur stjóri í Tórshavnar kommunu, í samrøðu við FM1 á døgurða.
Tí verður møguleiki hjá grannunum í Vágsbotni at gera sína meining galdandi í kvøld.
– Nú fara vit at lurta eftir vinnuni í kvøld, vita hvat hon sigur. So taka vit eina avgerð, sigur Bogi Jacobsen og fortelur, at ætlanin hjá kommununi í kvøld er at vísa vinnuni á, hvussu ferðslan kann fara gjøgnum býin, meðan skoytubreytin hevur opið.
Av tí at skoytubreytin skal leggjast í Vágsbotn, hevur ferðslunevndin kravt, at ferðslan framvið Vágsbotni skal steingjast, tí tað er ikki ráðiligt at hava ferðslu framvið, meðan skoytubreytin virkar sum eitt savningsstað.
– Ferðslunevndin vil tað, at vit lukka heilt av. Tað ger so tað, at vit leggja ferðsluna um, sigur Bogi Jacobsen.
Hendan umleggingin av ferðsluni er kortini ikki fallin í góða jørð hjá øllum, og summi stúra fyri, at tað verður eitt rætt ferðslukaos, um tað ikki verður koyrandi millum Vaglið og Skálatrøð.
Loysnin, sum kommunan ætlar at leggja fyri partarnar í dag, er sum so rættiliga einføld. Bøgøta, sum í løtuni er einsrættað niðan eftir móti FK, skal ístaðin vera einsrættað oman eftir móti Skálatrøð, meðan Konradsbrekkan, sum í løtuni er einsrættað oman eftir, verður einsrættað niðan eftir, sigur Bogi Jacobsen.
Hetta vil við øðrum orðum siga, at har verður ein innkoma oman á Skálatrøð - eftir Bøgøtu -meðan tveir fráfaringarvegir verða av Skálatrøð - eftir Sigmundargøtu og Konradsbrekkuni.