- Her er mega gott at vera

Tað sigur Rannvá Álaberg, ið í morgin sjálv skal spæla á festivalinum.

Klaksvíkin byrjar so spakuliga at fyllast við fólkum. Ein teirra, ið er komin úr høvuðsstaðnum er unga argjakvinnan Rannvá Álaberg, ið in.fo møtir nærhendis tjaldingarøkinum.


- Vit komu í gjár og sova í tjaldingarøkinum. Tað hava vit gjørt øll árini, ið vit hava verið her. Har er mega gott at vera, sigur Rannvá, tá hon verður spurd um nær tey komu á festivalin.


Rannvá letur væl at ársins festivali, og metir tað verða torført at siga hvat henni dámar best við festivalinum.


- Lukas Graham var góður í gjár, og so var konsertin hjá Kristel Lisberg mega góð. Tað heila er gott. Tónleikurin er góður, stemningurin er góður, tjaldingarøkið er gott. Eg klári ikki at pilka nakað burturúr, alt er gott.


Rannvá er tó ikki bara ein vanligur gestur á ársins festivali, hon skal nevniliga sjálv framføra á Torginum í annaðkvøld.


- Eg skal hoyra Roxette í kvøld, Signar í Homrum og Frændur, og so skal eg eisini sjálv spæla í morgin. Tað gleði eg meg nógv til.