Tað er nú greitt, at tað verður umstríddi Boris Johnson, sum verður næsti forsætisráðharri í Bretlandi. Hann tekur við starvinum í morgin eftir Theresu May.
Boris Johnson fekk yvir 90.000 atkvøður, og tað er næstan tvær ferðir so nógvar atkvøður sum mótvalevnið, Jeremy Hunt.
Hjartamálið hjá Boris Johnson er at fáa Bretland úr ES í heyst, hóast tað ikki eydnast at fáa nakra avtalu.