Klokkan 19 í kvøld fer bólturin á rull við Løkina í Runavík, har NSÍ fær vitjan av Víkingi.
Tá fara Poul Helgi Jacobsen og Jens Martin Knudsen at hava ábyrgdina av NSÍ liðnum.
Mikukvøldið fer NSÍ at spæla í Gundadali ímóti HB. Tá verður nýggjur ábyrgdarmaður á NSÍ beinkinum. Venjarin og NSÍ hava í kvøld skrivað undir sáttmála, sum er galdandi fram til kappingarlok í 2022.
Tá ið HB í dag var á vitjan á Argjum hjá AB var nýggi NSÍ venjarin millum áskoðararnar.
Hann var vitni til at FM favorittarnir í HB løgdu seg á odda 2-0 í fyrra hálvleiki og so í seinna hálvleiki lótu tvey mál fara ígjøgnum, so støðan var 2-2, tá ið vanliga leiktíðin var farin. So skoraði HB 3-2 sigursmálið, og nú restar millum lítið og einki í, at HB verður meistari.
HB er topplið við 64 stigum, og NSÍ er næstfremst við 53 stigum. Um tað í kvøld eydnast NSÍ at vinna ímóti Víkingi verður fjarstøðan fram til toppliðið átta stig undan trimum teimum síðstu umførunum.
Í kvøld verður nýggi NSÍ venjarin millum áskoðararnar, tá ið NSÍ fær vitjan av Víkingi.
Á myndini, sum varð tikin á Argjum í dag, sæst nýggi NSÍ venjarin saman við Eyðstein Skipanes, sum er ítróttarstjóri í NSÍ. Hann eitur Allan K. Jepsen, sum er kent navn í donskum fótbólti. 43 ára gamli Allan K. Jepsen spældi í síni tíð við AC Horsens, AGF, AaB, Randers FC og týska Hamburg SV, og so var hann tvær ferðir á danska a-landsliðnum.
Síðani 2013 hevur hann verið venjari. Fram til 2016 var hann unglingavenjari í AGF, frá 2016 og fram til 2018 var hann hjálparvenjari hjá besta AGF liðnum, og fram til í summar var hann hjálparvenjari í AaB.
Tá ið Glenn Ståhl varð sagdur úr starvi, varð tað sagt, at Poul Helgi Jacobsen og Jens Martin Knudsen fóru fyribils at hava ábyrgdina, og nú letur tað til, at Allan K. Jepsen nú beinanvegin fer at loysa teir av.
NSÍ skrivar soleiðis í kvøld:
Allan passar inn í framtíðarætlanina hjá NSÍ, har hann kemur at arbeiða í felaginum fulla tíð. Hann kemur at hava høvuðsuppgávuna av besta liðnum, umframt at Allan verður sjónligur í felaginum.
Vit eru fegin um at NSÍ hevur funnið rættan venjara til felagið, ein venjari sum vil vinna, ein venjari sum vil arbeiða við einari langíðarætlan, og málið er heilt greitt at vinna FM. Allan byrjar í starvinum beinavegin, og hevur sáttmálað til og við 2022.