info
Ongi úrslit

Her er nýggi venjarin í Víkingi

Víkingur hevur longu sett nýggjan venjara, eftir at Eyðun Klakstein bleiv koyrdur frá fyrr í dag

Tróndur Arge
1. september 2020 kl. 17:46
Tað verður Jóhan Petur Poulsen, sum kemur at standa á odda fyri besta liðnum hjá Víkingi í framtíðini. Felagið hevur fyrr í dag koyrt Eyðun Klakstein frá. Orsøkin er, at ferð skal setast á ættarliðsskiftið, skrivar felagið. Síðani meistaraheitini í 2016 og 2017 hevur tað ginngið illa at finna stevið í Sarpugerði. Maurice Ross, Sigfríður Clementsen, Sámal Erik Hentze og nú Eyðun Klakstein hava allir verið venjarar, men ongin hevur sitið leingi. Víkingur skrivar í tíðindaskrivinum, at felagið ikki ger fleiri viðmerkingar til málið. Hetta er ikki ókent fyri Víkingi, tá teir hava koyrt ein venjara. Tað verður skrivað í tíðindaskrivinum, at "Leiðslan í felagnum ynskir nú, at tað skal meira ferð á hesa tilgongd, har ungir leikarar fáa størri leiklut á besta liði felagsins." So er spurningurin hvussu hetta skal skiljast, tá leiðslan hevur verið partur av eini tilgongd, sum hevur heintað fleiri spælarar til útifrá? Víkingur er í løtuni í einari góðari gongd, har liðið hevur vunnið seinastu tríggjar dystirnar, og hevur fýra dystir, sum á pappírinum kunnu vinnast. Tað er eisini landsliðssteðgur, so helst hevur leiðslan í felagnum hugsa hetta inn í avgerðina. Nýggi venjarin, Jóhan Petur Poulsen, er ein virdur venjari í venjaraumhvørvinum. Hann hevur seinnu árini verið venjari hjá 1. deild hjá Víkingi við góðum úrslitum, og eisini verið høvðusungdómsvenjari. Hann hevur ikki royndir frá bestu deildini, men er nokk tann venjarin, ið kennir tilfarið hjá Víkingi best. Víkingur skrivar soleiðis: Seinnu árini hevur eitt ættarliðsskifti verið ávegis í Víkingi. Leiðslan í felagnum ynskir nú, at tað skal meira ferð á hesa tilgongd, har ungir leikarar fáa størri leiklut á besta liði felagsins. Vit hava í dag gjørt avtalu við Jóhan Petur Poulsen, um at gerast høvuðsvenjari hjá Víkingi, og harvið ganga á odda fyri tí tilgongd, sum vit nú fara undir. Hóast ungur og ongar royndir sum venjari í bestu deildini, so er Jóhan Petur eitt vælkent andlit í okkara felagi, har hann í skjótt 6 ár hevur verið venjari hjá okkara fyrstudeildarliði. Haraftrat hevur hann seinastu tíðina eisini virkað sum høvuðsungdómsvenjari í felagnum. Vit ynskja Jóhan Peturi bestu eydnu við høvuðsvenjarastarvinum.        Vit takka Eyðuni Klakstein fyri tíðina og ynskja honum alt tað besta víðari. Víkingur hevur ikki fleiri viðmerkingar til venjaraskiftið.

Mest lisið hesa vikuna

Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina

24. oktober kl. 21:15

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

24. oktober kl. 15:02

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Tað verður illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:16

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Hava funnið 7000 ára gamlan ankarstein í Noregi

4 tímar síðan
Fótbóltur

FAKTA: Ballon d’Or-vinnararnir seinastu tíggju árini

4 tímar síðan
Tíðindi

ST-granskarar: Russland fremur krígsbrotsverk í Ukraina

5 tímar síðan
Fótbóltur

FAKTA: Hesi vunnu á Ballon d’Or-kvøldinum

5 tímar síðan
Fótbóltur

Harry Kane vann Ballon d’Or fyri fyrstu ferð

5 tímar síðan
Tíðindi

Netanyahu undir trýsti undan valinum

5 tímar síðan
Tíðindi

Kropslutir av manni funnir í Rínánni

6 tímar síðan
Tíðindi

Átta leiðar­ar í Norð­ur­lond­um: Bjóða tøkni­risunum av

6 tímar síðan
Tíðindi

FAKTA: Soleiðis er valdið býtt í Kongressini

6 tímar síðan
Tíðindi

Trump lovar millión fyri upplýsingar um valsvik

7 tímar síðan
Tíðindi

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

8 tímar síðan
Tíðindi

TEENS á Naxos

8 tímar síðan