Her er nýggja búmerkið hjá FC Hoyvík

Bárður Mikkelsen hevur teknað nýggja búmerkið

Nevndin i FC Hoyvík hevur skipað fyri eini kapping um búmerkið hjá FC Hoyvík. Inn komu 22 uppskot, og nevndin valdi uppskotið hjá Bárður Mikkelsen. Vinningurin varð handaður honum leygardagin 29. desember.

 

Vinningurin var ein telda frá Huawei, sum Formula hevur stuðlað við.

 

Búmerkið er ein samanseting av skriftypu við tekstinum “FC Hoyvík” og einum teknaðum merki, sum er formað við talinum 188, sum er postnummarið í Hoyvík.

 

- Búmerkið er ótradionelt og er teknað í einum einføldum og nútímans stíli, sum skilir seg frá øllum øðrum føroyskum fótbóltsfeløgum, skrivar FC Hoyvík í tíðindaskrivi.

 

Á myndini omanfyri sæst nýggja búmerkið.