Meistararnir úr B36 hava á facebook-síðu síni kunngjørt nýggja leikbúnan fyri komandi kappingarár. Teir fara framhaldandi at spæla í Adidas-búnum, og heimabúnin verður framvegis eyðkendi hvíti liturin.
Øðrvísi verður tó við eykabúnanum – tann, sum verður nýttur á útivølli tá ið hvíti liturin ikki kann brúkast. Í ár var liturin á hesum búnanum lilla, men sambært myndini, so verður hesin liturin ljósari reyður komandi ár.