Her er nýggi skúlastjórin við Streymin

Hann hevur drúgvar og fjølbroyttar royndir

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, hevur sett Sonna Óla Djurhuus í starvið sum skúlastjóri í Skúlanum við Streymin, og hann tekur við tann 15. januar. 

 

Tað boðar Mentamálaráðið frá í morgun.

 

Sonni Óli Djurhuus er 41 ár,  tók læraraprógv í 2003 og bachelor í námsfrøðiligari leiðslu, við høvuðsdenti á samstarvi ímillum fakøki, í 2013. Eisini hevur hann UEFA-A prógv sum venjari í fótbólti.

 

Eftir lokna útbúgving var Sonni Óli Djurhuus lærari í Sankta Frans skúla, men síðani var tvey ár í Danmark, har hann arbeiddi í einum serskúla og vanligum skúla. Hann kom heim til Føroya í 2006 og byrjaði í Norðskála-Oyrar Skúla, har hann, umframt at vera lærari eitt tíðarskeið, eisini var fyrstilærari í tvey ár. Somuleiðis hevur hann undirvíst í Skúlanum við Ósánna eitt tíðarskeið.

 

Hetta síðsta hálvttriðja árið hevur hann verið leiðari á Rásini í Runavík, ið er ein samdøgurstovnur og skúli  fyri ung við menningartarni.

 

Hann hevur verið virkin í ítrótti í mong ár og hevur eisini verið landsliðsvenjari hjá ÍSB í 13 ár, sigur Mentamálaráðið.