Her er nýggi venjarin hjá AB

Tað verður danski Henrik Larsen, ið eftir summarsteðgin verður høvuðsvenjari hjá AB. Partarnir hava gjørt semju um sáttmála, sum í fyrstu syftu er galdandi til og við kappingarárið 2023, boðar AB frá.

 

Henrik Larsen, sum er navni hjá fyrrverandi føroyska landsliðsvenjaranum frá 2002-2005, er ættaður úr norðurjútlandi og hevur ymsar venjararoyndir. Hann hevur áður verið høvuðsvenjari hjá bæði Vejgaard og Lindholm IF, ið eru tvey fótbóltsfeløg í Aalborg, og so hevur hann verið hjálparvenjari hjá størri feløgum sum AC Horsens, Vendsyssel og Thisted.

 

- Í AB eru vit vís í, at vit hava funnið rætta mannin til sessin, ið kann hjálpa okkum fram á leið í føroyskum fótbólti, skrivar AB í tíðindaskrivinum.

 

Umframt at vera høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum fer Henrik Larsen eisini at hava aðrar uppgávur í felagnum. Henrik byrjar í starvinum umleið hálvan juli, tá fyrireikingarnar til seinnu kappingarhálvu byrja. Fram til tá verður tað ítróttarstjórin, Jonas Dal Andersen, ið verður virkandi høvuðsvenjari fram til summarsteðgin.

 

AB spælir í kvøld móti B68 í 14. umfari í Betri deildini hjá monnum. Dysturin verður spældur í Gundadali, tí seinasta góðkenningin manglar í á nýggja undirlagnum á Argjum. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum.