Chelsea hevur keypt italska venjaran, Enzo Maresca, frá Leicester. 44 ára gamli venjarin hevur kostað Chelsea millum 70 og 87 milliónir krónur, skriva enskir miðlar.
Enzo Maresca hevur verið í venjaratoyminum hjá Pep Guardiola í Manchester City. Hann hevur bara verið venjari hjá Leicester í eitt ár. Hetta árið vann hann teimum uppflyting til Premier League.
Meðan tey í Chelsea fegnast um at hava sett enn ein venjara, so lagið minni gott í Leicester. Felagið leggur í tíðindaskrivinum dent á, at tað var ikki við góðum at Enzo Maresca nú er fortíð í felagnum.