Her er nýggi venjarin hjá HB

Talan er um útlendskan venjara, sum var á Skála og hugdi

HB hevur sett svenska Dalibor Savic sum nýggjan venjara í felagnum. Hann hevur í fyrstu altøgu fingið sáttmála til endan av kappingarárinum. Hann er 42 ára gamal og hevur UEFA Pro Licence venjaraprógv.

 

Dalibor Savic hevur verið venjari í næstbestu deildini í Svøríki og hevur eisini arbeitt við ungdómsspælarum í Brommapojkarna, sum er ein klekingardepil fyri ungar spælarar í Svøríki.

 

Sum skilst, so er talan um venjara, ið HB hevur havt eyguni eftir fyrr. Hann var á Skála í gjár og hugdi eftir dystinum millum Skála og HB, sum bleiv tann seinasti hjá Kim Engstrøm á hesum sinni.