Vejle BK hevur í dag kunngjørt, at felagið hevur gjørt sáttmála við Gilla Rólantsson. Partarnir hava gjørt ein eitt ára sáttmála.
Gilli Rólantsson hevur seinasta hálva árið spælt við TB. Undan tí spældi hann við Odd í Norra og leitaði eftir onkrum uttanfyri norðurlond, men tað endaði við einum skifti til barndómsfelagið TB.
Føroyski landsliðsspælarin er 30 ára gamal.