Her er okkurt, sum ikki riggar

Tað er okkurt galið við skipanini, tí fleiri fólk uppliva at missa sín stuðulspersón, tá tey fylla 67 ár. Hetta hóast lógin greitt staðfestir, at stuðulin kann halda fram eftir at borgarin er fyltur 67 ár, um viðkomandi framvegis fær gagn av stuðlinum og hevur møguleika at liva eitt sjálvstøðugt og virkið lív. Tí hevur Eyðgunn Samuelsen sett landsstýriskvinnuni í almannamálum ein fyrispurning um málið.

 

Í lógini um eldrarøkt og heimatænastu verður greitt staðfest, at meðan kommunurnar eiga ábyrgdina av heimatænastu, so eigur landið ábyrgdina av stuðulstænastuni. Hetta inniber eisini, at ein persónur sum fær hjálp frá stuðli í gerandisdegnum, framvegis skal hava rætt til hendan stuðulin, um endamálið við tænastuni verður rokkið, eftir at viðkomandi er fyltur 67 ár. 

 

- Ein stuðul kann vera púra avgerðandi fyri fólk, sum til dømis eru rørslutarnaði ella hava avmarkaðan sálarligan førleika. Tey eru við til at tryggja, at hesi hava møguleika at liva eitt sjálvstøðugt og virkið lív, sigur Eyðgunn Samuelsen. 

 

Kortini vísir tað seg, at fleiri borgarar hava mist sín stuðul nærum sjálvvirkandi, tá tey fylla 67 ár. Tað er í stríð við áseting í lógini, og er sera óheppið og ikki minst óvirðiligt fyri tey, tað ávirkar, heldur Eyðgunn Samuelsen. 

 

- Tí kann eg ikki koma til aðra niðurstøðu, enn at okkurt er galið. Lógin er greið, men spurningurin er, hvussu hon verður útint í praksis, sigur Eyðgunn Samuelsen.

 

Hon vil tí hava greiðu á, hvørjar mannagongdirnar eru, tá metingar verða gjørdar av tørvinum hjá fólki, ið fylla 67 ár og sum hava stuðul, og hvørjar grundgevingar liggja aftanfyri avgerðir sum taka stuðulin burtur frá fólki.