Ársins mál í 2012 var kanónflúktari frá Miroslav Stoch. Málið varð valt til ársins mál á FIFA Ballon dOr Gala í gjár.
23 ára gamli Miroslav Stoch, sum hevur eina fortíð í Chelsea, var saman við Radomel Falcao og Neymar í uppskotið til at hava skotið ársins mál.
Tað var í turkiskum landskappingardysti fyri Fenerbache móti Genclerbirligi, at Miroslav Stoch valdi at flúkta eitt hornaspark upp í trýkantin.
Umframt ársins mál, so gjørdist Lionel Messi ársins spælari, Vicente del Bosque ársins venjari, Uzbekistan vann Fair Play heiðurin og Franz Beckenbauer fekk Presidential Award fyri sítt arbeiði innanfyri fótbólt.
Ársins lið var eisini sett. Allir spælararnir á liðnum spæla til dagliga í sponskum feløgum. Teir vóru, Iker Casillas(Real Madrid), Dani Alves(Barcelona), Gerard Pique(Barcelona), Sergio Ramos(Real Madrid), Marcelo (Real Madrid), Xabi Alonso(Real Madrid), Xavi Hernandez(Barcelona), Andres Iniesta (Barcelona), Lionel Messi(Barcelona), Radomel Falcao(Atletico Madrid) og Cristiano Ronaldo(Real Madrid).
Málið sæst á Youtube við at trýsta HER