Í dag varð Wikileaks-stovnarin Julian Assange handtikin av bretsku løgregluni og fluttur frá sendistovuni hjá Ekvador í London. Julian Assange hevur verið í sendistovuni hjá Ekvador síðan 2012.
Her sæst eitt kronologiskt yvirlit yvir søguna um umstrídda Julian Assange.
1) Kunnger amerikanskar loynidómar
Whistleblower-felagsskapurin WikiLeaks almannakunnger í 2010 fleiri túsund loynilig skjøl, sum millum annað snúðu seg um amerikonsku kríggini í Irak og Afghanistan. Her ímillum var ein avdúking, sum vísti, hvussu ein amerikonsk tyrla drap sivilfólk og tveir Reuters-journalistar í Bagdad.
Talan verður ikki um nakað alment handtøkuboð, men USA vil rættarsøkja WikiLeaks-stovnaran, Julian Assange.
2) Ákærur um neyðtøku í Svøríki
Stutta tíð eftir kunngeringina av loyniligu krígsskjølunum, luttekur Assange í einum seminari í Svøríki. Hann verður ákærdur fyri harðskap og neyðtøku av nøkrum svenskum kvinnum. Hann verður avhoyrdur, og eftir hetta fær hann loyvi at flúgva til London, men tá skriva svensku myndugleikarnir út altjóða handtøkuboð, og hann verður hervið eftirlýstur.
Hann meldar seg sjálvan hjá bretsku løgregluni og verður leyslatin aftur, tí hann fær veðhald.
3) Friðskjól
Eftir langt løgfrøðiligt stríð við løgregluna søkir Julian Assange um politiskt friðskjól í sendistovuni hjá Ekvador í London, tí hann stúrir fyri at vera avhendaður til USA, um hann fer til Svøríkis aftur.
Tað eydnast honum at fáa friðskjól frá Ekvador í august 2012, og tað er greitt, at hann sleppur at vera á sendistovuni, so leingi honum lystir.
Tað vísir seg at blíva sera leingi. Í juli 2014 standa svensku myndugleikarnir fast við handtøkuboðini, meðan Assange nakað seinni sigur, at hann ætlar sær úr sendistovuni.
4) Heldur fram
Tíðin gongur, og Julian Assange klagar um heilsutrupulleikar orsakað av húsarrestini.
Í 2015 nærkast fyrningarfreistin av ákærunum frá svensku myndugleikunum. Í sambandi við hetta fáa svensku myndugleikarnir avtalu í lag við Ekvador um at avhoyra Assange á sendistovuni.
Í 2016 heita nøkur frá ST Svøríki og Bretland um at fáa ein enda á ágangin á Assange. Tey vilja hava hann leysan og tryggja, at hann fær endurgjald, men hetta verður avvíst.
5) Vil geva seg
Í 2017 sigur Assange, at hann vil lata seg avhenda til USA, um tað ber til at tryggja, at hansara rættindi verða vard. Hetta hendir eftir táverandi amerikanski forsetin, Barrack Obama, velur at eira ein annan whistle-blowara, sum eitur Chelsea Manning. Hann slapp snikkaleysur fyri 28 ára fongsulsdóm fyri at hana kunngjørt líknandi krígsupplýsingar sum Assange.
Aftaná sjey ár velja svenskir myndugleikar at lata neyðtøkaákærurnar fara framvið og harvið eisini handtøkuboðini móti Assange. Bretska løgreglan tvíheldur tó um at handtaka hann.
6) Blakaður út
Í 2017 fær Ekvador ein nýggjan forseta, Lenin Moreno, sum er meira kritiskur mótvegis Assange enn undanfarni forsetin. Hann kallar Assange ein “hackara” og “ein niðurarvaðan trupulleika”, men ger samstundis greitt, at Ekvador enn vil halda hondini yvir honum.
Julian Assange fær í 2018 ríkisborgararætt í Ekvador. Hetta var ein miseydnað roynd uppá at sikra honum diplomatiskan immunitet, so hann kundi fara úr sendistovuni í London uttan at bíva handtikin av bretsku myndugleikunum.
Í ár hevur Assange fleiri ferðir víst á, at hann stúrir fyri, at Ekvador fer at taka friðskjóli frá honum og avhenda hann til USA. Í apríl skrivar WikiLeaks enntá, at tað er ein spurningur um tímar ella dagar, áðrenn Assange verður blakaður út av sendistovuni.
Tað vísti seg at passa. Í dag boðaði forsetin í Ekvador Lenin Moreno frá, at mann sloyfar friðskjóli og immunitetin hjá Assange. Hann skal fyri rættin skjótast gjørligt.
(Kelda: DR.DK)