Leygardagurin í dag er øðrvísi enn vanligir leygardagar í høvuðsstaðnum. Tí í dag verður tiltakið, Vetrarljós, har tónleikur, ljóslist og mentan verður sett í hásæti í miðbýnum í Havn.
Tað er VisitTórshavn, sum skipar fyri tiltakinum í samstarvi við Tórshavnar Kommunu við endamálinum at fáa meira lív í miðbýin um veturin. Tiltakið er samskipað í samstarvi við handlar, skeinkistøð og almenn støð í miðbýnum í Havn. Tað er í hesum støðunum, at tey ymsu tiltøkini eru, og støðini skipa sjálvi fyri teimum einstøku tiltøkunum.
Tað verður nógv ymiskt á skránni, og tað kann eitt nú nevnast, at Marius Ziska spælir í Havnar kirkju, og Jasmin spælir í Skeiva Pakkhúsi. Streetfood verður eisini at fáa í Vágsbotni.
Á Býarbókasavninum verður upplestur, har Marita Dalsgaard fer at lesa úr tekstum eftir William Heinesen, ið á onkran hátt snúgva seg um veturin og Havnina.
Føroyskir stuttfilmar verða vístir í Blábarr. Skrá:
19.45
- Dalur (Heiðrik á Heygum, stuttfilmur, 2015)
- Monster (Heiðrik á Heygum, videolag, 2017)
20.30
- Wünder Pitsa (Hanus Johannessen, stuttfilmur, vinnari av filmskappingini hjá Klippfisk 2017)
- Myndamálarin (Gudmund Helmsdal Nielsen, besta hugskot í filmskappingini hjá Klippfisk 2017)
- Eitt knæk (Andrias Høgenni, stuttfilmur, vinnari av Geytanum 2016)
21.15
- Maðurin við blæuni (Maria Tórgarð, stuttfilmur, vinnari av áskoðaravirðislønini til Geytan 2018)
- 111 góðir dagar (Trygvi Danielsen, stuffilmur, vinnari av Geytanum 2018)
Sí alla skránna á myndini oman fyri.