Her er skráin fyri HM-fjórðingsfinalurnar

HM-fjórðingsfinalurnar vera leiktar komandi vikuskiftið

So eru bara átta lið eftir í HM-endaspælinum í fótbólti í Katar. Fimm úr Evropa, tvey úr Suðuramerika og eitt úr Afrika.

 

Her er skráin fyri HM-fjórðingsfinalurnar: 

 

Fríggjadagin klokkan 15: Kroatia-Brasil

 

Fríggjadagin klokkan 18: Niðurlond-Argentina

 

Leygardagin klokkan 15: Marokko-Portugal

 

Leygardagin klokkan 18: Ongland-Frankaríki 

 

Hálvfinalurnar vera leiktar týskvøldið 13. desember klokkan 19, og mikukvøldið 14. desember klokkan 19.