Her er U21 landsliðshópurin

Sámal Erik Hentze og Atli Gregersen hava úttikið 20 spælarar til dystirnar móti Ukraina og Serbia, sum vera á Tórsvølli og í Klaksvík 1. og 7. juni, skrivar Fótbóltssambandið

Hjálparvenjarin hjá Sámal Eriki Hentze, Atli Gregersen kunngjørdi hópin til dystirnar móti Ukraina og Serbia - Mynd: Bjarni Enghamar

Sámal Erik Hentze og Atli Gregersen hava úttikið 20 spælarar til dystirnar móti Ukraina og Serbia, sum vera á Tórsvølli og í Klaksvík 1. og 7. juni, skrivar Fótbóltssambandið.

 

Føroyska U21-landsliðið hevur tveir dystir eftir at spæla í verandi EM-undankapping. Og um úrslitini verða føroyingunum til vildar, er møguleiki framvegis fyri, at liðið kann spæla seg víðari til EM-endaspælið, sum verður í Rumenia og Georgia komandi ár.

 

Fyrri dysturin í hesum umfarinum verður á Tórsvølli týsdagin 1. juni klokkan 18:00, tá ukrainar koma á vitjan. Tá liðini hittust á Zaporizhzhya City Stadium í oktober í fjør, gjørdist úrslitið 1-0 til heimaliðið.

 

Seinasti dysturin í hesari undankappingini verður á Djúpumýru í Klaksvík týsdagin 7. juni klokkan 16:15. Og talan kann møguliga gerast um eina “finalu” um 2. plássið í bólkinum. Í løtuni er støðan nevniliga tann, at Ukraina hevur 13 stig, Serbia hevur 11, meðan Føroyar hava 9 stig.

 

Her skal tó leggjast afturat, at ukrainar hava spælt 6 dystir, meðan Føroyar og Serbia hava spælt 8. Tá føroyska liðið vitjaði á Stadion Karadjordje í november í fjør, endaði tað við málleysum javnleiki.

 

Sámal Erik Hentze er venjari hjá U21-landsliðnum, men fyrrapartin mánadagin var tað hjálparvenjarin, Atli Gregersen, ið kunngjørdi teir 20, ið eru boðsendir til komandi uppgavur.

 

Hópurin:

 

Bárður á Reynatrøð, Víkingur

 

Bjarti Vitalis Mørk, HB Tórshavn

 

Samuel Johansen Chukwudi, R. U. Saint-Gilloise (Belgia)

 

Áki Johannesen, B68 Toftir

 

Elias Rusborg, Hvidovra IF (Danmark)

 

Meinhard Geyti, NSÍ Runavík

 

Pætur Skipanes, NSÍ Runavík

 

Jóhann Hansson Joensen, EB/Streymur

 

Noah Hans Mneney, Víkingur

 

Magnus Holm Jacobsen, B36 Tórshavn

 

Ragnar Skála, AB Argir

 

Stefan Radosavljevic, HB Tórshavn

 

Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)

 

Andrass Johansen, B36 Tórshavn

 

Símun Sólheim, B36 Tórshavn

 

Áki Samuelsen, HB Tórshavn

 

Lukas Giessing, Nykøbing FC (Danmark)

 

Poul Kallsberg, Skála

 

Steffan Løkin, B68 Toftir

 

Olaf Bárðarson, Víkingur

 

Hjálparvenjarin hjá Sámal Eriki Hentze, Atli Gregersen kunngjørdi hópin til dystirnar móti Ukraina og Serbia - Mynd: Bjarni Enghamar