HSF skrivar:
-
Venjararnir, Hjalti Mohr Jacobsen og Djóni Gaard Joensen, hava úttikið hesar 16 leikararnar til U21 HM-endaspælið í Póllandi.
Málverjar:
Torstein Sivertsen, H71
Aleksandar Lacok, TSV St. Otmar St. Gallen (SUI)
Vinstri vengur:
Sofus í Selvindi, StÍF
Rói Seyer Hjaltason, H71
Høgri vengur:
Niklas Gaard, Kyndil
Óla Jákup Gaard Olsen, VÍF
Strikur:
Tóki Fríðriksson, KÍF
Eyðbjørn Heini Danielsen, VÍF
Ísak Vedelsbøl, IK Sävehof (SWE)
Bakkar:
Óli Mittún, GOG (DEN)
Høgni Heinason, H71
Høgni Højsted, H71
Rókur Ziskason, H71
Búi D. Poulsen, Grindsted GIF (DEN)
Trúgvi Hávardsson, StÍF
Tróndur Johnsson, VÍF
Málverjavenjari er Mladen Mjerimacka, fysioterapeut Durita Rouch og liðleiðari Høgni Vilhelmsen.
32 lið luttaka í kappingin, sum verður hildin í Póllandi í døgunum 18. – 29. juni í býunum Plock, Sosnowiec, Katowice og Kielce. Føroyar spæla innleiðandi umfarið í Katowice. Atgongumerki til dystirnar hjá Føroyum kunnu keypast her.
Innleiðandi leiksskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:
Mikudagin 18. juni kl. 13.00 Norðurmakedonia – Føroyar
Hósdagin 19. juni kl. 10.45 Føroyar – Ísland
Leygardagin 21. juni kl. 10.45 Rumenia – Føroyar.
Mótstøðuliðini hjá Føroyum endaði soleiðis til EM-endaspælið í 2024, Ísland nr. 7, Norðurmakedonia nr. 9 og Rumenia nr. 16. Føroyar blivu tá nr. 18 av teimum 24 luttakandi londunum.
Les meira um kappingina her:
Skrivar HSF.