Leygarkvøldið vóru tey bestu í føroyskum hondbólti kappingarárið 2025/2026 heiðraði í Varpinum í Klaksvík.
Ársins lið hjá monnum er:
Málverji: Tórður Skorheim Guttesen, Kyndil
Vinstri vongur: Jákup Egholm, H71
Vinstri bakkur: Boas Ellefsen á Skipagøtu, H71
Miðja: Ovi Lützen, Kyndil
Høgri bakkur: Pauli Hentze Rasmussen, StÍF
Høgri vongur: Silas Faurholt Jacobsen, StÍF
Strika: Helgi Hildarson Hoydal, H71
Ársins lið er kosið av Mark Lausen Marcher, ítróttarstjóra í HSF, Jórun Ludvig, ungdómslandsliðsvenjara, og Sjúrði Hoydal, hondbóltsfrásøgumanni- og viðmerkjara.
Ársins leikari í Burn deildini 2025/26 er Boas Ellefsen á Skipagøtu úr H71.
Í uppskoti vóru eisini Ovi Lützen úr Kyndli og Jákup Egholm úr H71.
Ársins málverji í Burn deildini 2025/26 er Tórður Skorðheim Guttesen úr Kyndli.
Í uppskoti vóru eisini Milenko Jelic Jelkan úr KÍF og Tóraldur Kollsker úr H71.
Ársins verjuleikari í Burn deildini 2025/26 er Helgi Hildarson Hoydal úr H71.
Í uppskoti vóru eisini Ovi Lützen úr Kyndli og Peter Krogh úr H71.
Ársins áleypari í Burn deildini 2025/26 er Boas Ellefsen á Skipagøtu úr H71.
Í uppskoti vóru eisini Filip Jojic úr VÍF og Trúgvi Hávardsson úr StÍF.
Ársins stjørnuskot í Burn deildini 2025/26 er Boas Ellefsen á Skipagøtu úr H71.
Eisini tilnevndir vóru Jákup Egholm úr H71 og Pauli Hentze Rasmussen úr StÍF.
Ársins venjari í Burn deildini 2025/26 er Djóni Gaard Joensen úr H71.
Eisini tilnevndir vóru Hjalti Mohr Jacobsen úr Kyndli og Thomas Brønd úr VÍF.
Ársins toppskjútti í Burn deildini er Filip Jojic úr VÍF við 165 málum.
Kelda: HSF
Viðmerkjast kann, at ársins leikari og stjørnuskot, Boas Ellefsen á Skipagøtu fyllir ikki 17 ár fyrrenn 21. november. Dagurin har tríggir brøður eru á landsliðnum er neyvan langt burtur.











