Her eru bestu málverjarnir

Í kvøld verður avdúkað, hvørji tey bestu hava verið hetta kappingarárið. Her eru nøvnini á fremstu málverjunum í landinum

Tað er ikki óvanligt, at spælararnir á fremstu liðunum fáa stóran part av atkvøðunum, tá tey bestu árinum skulu kjósast. Talan er ikki um nakað undantak, nú ársins bestu málverjar skulu finnast,

 

Hjá monnum eru tað teir tríggir, Teitur M. Gestsson úr HB, Tórður Thomsen úr B36 og René Tórgarð úr EB/Streymi, sum hava fingið flestu atkvøðurnar.

 

Hjá kvinnum eru hesar tríggjar tær fremstu í kapprenningini. Har hava Nina Davidsen úr HB, Anna S. Hansen úr EBS/Skála og Randi S. Wardum úr KÍ, sum hava fingið flestu atkvøðurnar.

 

Vit skulu gera vart við, at raðfylgjan omanfyri einki sigur um, hvør teirra hevur vunnið heiðurin. Tann parturin verður avdúkaður á tiltakinum hjá FSF og Miðlahúsinum. Tiltakið veður á No 12, sum er juicebarrin við suðurendan av Tórsvølli. Tiltakið byrjar klokkan 17.30, og fer Rás2 at senda beinleiðis.