Her eru Champions League-bólkarnir

Nú eru teir átta Champions League-bólkarnir staðfestir

Fyri løtu síðani var lutakast til bólkaspælið í Champions League 2016/2017. Lutakastið varð hildið í Monaco.

 

Mest spennandi bólkurin at meta um, áðrenn bólkaspælið byrjar, man vera bólkur C, har liðini eru FC Barcelona, Manchester City, Borussia Monchengladbach og Celtic. 

 

Danska FCK var heppið og kom í ein bólk, har tað avgjørt er møguligt hjá danska meistaraliðnum at spæla seg víðari. Mótstøðuliðini hjá FCK verða Leicester, FC Porto, og Club Brügge.

 

Teir átta Champions League-bólkarnir síggjast niðanfyri:

 

Bólkur A:

 

Paris Saint-Germain

Arsenal

FC Basel

Ludogorets

 

Bólkur B:

 

Benfica

Napoli

Dynamo Kiev

Besiktas

 

Bólkur C:

 

FC Barcelona

Manchester City

Borussia Monchendladbach

Celtic

 

Bólkur D:

 

Bayern München

Atlético Madrid

PSV Eindhoven

FC Rostov

 

Bólkur E:

 

CSKA Moskva

Leverkusen

Tottenham

Monaco

 

Bólkur F:

 

Real Madrid

Borussia Dortmund

Sporting Lissabon

Legia Waszawa

 

Bólkur G:

 

Leicester

FC Porto

Club Brügge

FCK

 

Bólkur H:

 

Juventus

Sevilla

Lyon

Dinamo Zagreb