Fótbóltur
Hvar fóru teir, og hvat gera teir nú. Og hvør spældi við? Tað eru spurningar, sum fleiri helst seta sær, tá litið verður aftur á liðið, sum basti Eysturríki í Landskrona á sinni.
Tað sama ger seg galdandi í Eysturríki, har teir 16, sum vóru partur av eyðmýkjandi tapinum seint verða gloymdir.
Saman við Bartl Harald frá eysturríkska Nachrichten hava vit sett upp niðanfyristandandi yvirlit.
Føroyska liðið
Jens Martin Knudsen:
Málverjin við topphúgvuni gjørdist heimskendur eftir síni brøgd í landskrona. Tá spældi hann við NSÍ, men fótbólturin tók hann síðani til GÍ í Gøtu, íslendska Leiftur – har hann eisini var venjari, skotska Ayr og aftur til barndómsfelagið í Runavík, har hann at enda var partur av fyrsta FM-heitinum hjá felagnum. Var eisini ein merkisverdur ítróttamaður, sum var føroyameistari í fimleiki og toppskjútti í hondbóltskappingini, har hann eisini var við á U21-landsliðnum. Er í dag hjálparvenjari á landsliðnum og framleiðslustjóri hjá Viking Seafood, umframt at hann arbeiðir fyri samtak, sum hevur til endamáls at byggja fótbóltshøll.
Tummas Eli Hansen:
Treiski verjuspælarin spældi øll árini við B36, og eftir seinasta dystin í 1997 kundi hann taka ímóti fyrsta FM-steypinum hjá felagnum í 35 ár. Síðani miðskeiðis í 90’unum hevur hann eisini rikið egið el-innleggjaravirki.
Jóannes Jakobsen:
Liðskiparin á heilin í verjuspælinum spældi fótbólt nøkur ár afturat. Tað er tó mest sum venjari og viðmerkjari, at hann hevur gjørt vart við seg síðani. Sum venjari hevur hann verið hjá VB, KÍ, HB, B68 og B36, har gullmerkið í HB í 2002 er størsti sigurin. Í borgarliga starvinum er hann lærari, umframt at hann í frítíðini er íðin tónleikari. Hevur eisini egið studio, har hann framleiðir fleiri útgávur fyri onnur.
Mikkjal Danielsen:
Maskinmeistarin úr Miðvági tók fullkomliga pippið frá Tony Polster, sum var størst eysturríkska stjørnan um hetta mundið. Mikkjal spældi ikki so nógvar dystir afturat á landsliðnum, tá hann taldist millum teir eldru á liðnum, og enn sum áður starvast hann sum maskinmaður í Miðvági.
Julian Hansen:
Høgri bakkurin spældi bert tann eina landsdystin afturat eftir Landskrona, tí eftir dystin í Parkini boðaði hann frá, at hann gavst á landsliðnum. Hann hevði tá búð í Danmark í nøkur ár, og tað ger hann framvegis. Fótbóltinu hevur hann tó ikki slept, og virkar hann í løtuni sum hjálparvenjari hjá FC Amager.
Allan Mørkøre:
Yngsti spælarin á Landskrona-liðnum taldist í drúgt áramál millum teir allar fremstu føroysku spælararnar. Umframt barndómsfelagið KÍ, hevur hann eisini spælt í B36, HB, íslendska ÍBV og nú AB. Er ein av bara tveimum spælarum, sum hava vunnið FM við trimum føroyskum feløgum, umframt at hann longu eina ferð hevur vunnið uppflyting við AB, har hann nú er spælandi venjari. Er útbúgvin krambakallur og námsfrøðingur, men starvast í dag sum timburmaður.
Abraham Hansen (nú Løkin):
Miðvallarovastin hevur eitt merkisvert met í føroyskum fótbólti, har tað gingu 26 ár millum fyrsta og seinasta dyst hansara í bestu føroysku deildini. Sum spælari gjørdi hann um seg hjá ÍF, B36, NSÍ og B68, umframt at hann á ungum arum eisini var í bæði svenskum og donskum fótbólti. Í borgarliga starvinum hevur hann seinnu árini fingist við at selja fisk, og er hann ein av eigarunum av FO-fish.
Torkil Nielsen:
Stóra hetjan úr Landskrona. Hóast fótbóltsevnini vóru eyðsýnd og kanska til nakað meira, so spældi hann øll árini við SÍF og FS Vágum. Og í aðrar mátar er talan eisini um ein merkisverdan ítróttarmann, sum hevur verið á talvlandsliðnum, unglingalandsliðnum í flogbólti og í landsliðshópinum í hondbólti. Støðu- og trúfesti hevur eisini eyðkent privatmannin, Torkil Nielsen, sum enn starvast hjá Sandavágs Timburhandli.
Kári Reynheim:
Íspegilin á liðnum, sum altíð hevði sjálvsálitið í lagi, um enn avbjóðingarnar vóru ovurstórar. Og sum bæði á og uttan fyri vøllin var spælarin, sum kundi lyfta lagið. Spældi fyri HB og B36, umframt at hann eitt skifti var í norskum fótbólti. Hevur seinnu árini roynt seg sum venjara, men enn hevur hann ikki veruliga fingið sítt gjøgnumbrot í hesum. Starvast sum elektrikari í frítíðini.
Jan Dam:
Eingin ivi er um, at Jan taldist millum mest gávaðu føroysku spælararnar yvirhøvur, og fram til aldarskiftið var hann eisin fastur fúsur á landsliðnum. Sum spælari royndi hann seg hjá bæði HB, KÍ og B68, umframt at hann var hjá danska Herfølge eitt stutt tíðarskeið. Er útbúgvin lærari.
Kurt Mørkøre:
Var í nógv á rein av vandamestu føroysku áleyparunum, og í Klaksvík hevur hann mest sum legendu-status. Royndi seg eisini í norskum fótbólti, har hann eisini hevur nomið sær venjaraútbúgving. Eina útbúgving, sum hann eisini hevur nýtt hjá KÍ og B36. Er nú aftur í Noreg, har hann eisini roynir seg sum venjara.
Eykamenn
Kaj Leo Johannesen, sum nú er Føroya løgmaður. Magni Jarnskor, sum Poul Enok Hansen sáli, Jens Erik Rasmussen og Gunnar Mohr.