Her eru tey 23 í nýggju donsku stjórnini

Nýggja danska stjórnin er nú komin upp á pláss, og 23 ráðfólk úr teimum trimum flokkunum mynda nýggju stjórnina. 8 kvinnur og 15 menn eru í nýggju stjórnini

 

 

Nýggja SVM stjórnin varð kunngjørd fyri Margretu drotning á Amalienborg í morgun klokkan 10. - Foto: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Nú er almannakunngjørt, hvørji ráðfólkini í stjórnini hjá Mette Frederiksen eru. Í stjórnini eru 11 ráðfólk úr Javnaðarflokkinum, sjey úr Vinstra og 5 úr Moderatunum. Trý ráðfólk hjá Moderatunum eru úr tingbólkinum, meðan tvey koma uttanífrá.

Her eru nøvnini:

* Forsætisráðfrú: Mette Frederiksen (S).

* Varaforsætisráðharri og verjumálaráðharri: Jakob Ellemann-Jensen (V).

* Uttanríkisráðharri: Lars Løkke Rasmussen (M).

* Fíggjarmálaráðharri: Nicolai Wammen (S).

* Búskaparráðharri: Troels Lund Poulsen (V).

* Innanríkis- og heilsumálaráðfrú: Sophie Løhde (V).

* Løgmálaráðharri: Peter Hummelgaard (S).

* Mentamálaráðharri: Jakob Engel-Schmidt (M).

* Vinnumálaráðharri: Morten Bødskov (S).

* Ráðharri fyri menningarstamstar og alheims verðurlagspolitikk: Dan Jørgensen (S).

* Umhvørvisráðharri: Magnus Heunicke (S).

* Almanna- og bústaðarráðfrú: Pernille Rosenkrantz-Theil (S).

* Arbeiðsmálaráðfrú: Ane Halsboe-Jørgensen (S).

* Barna- og kenslumálaráðharri: Mattias Tesfaye (S).

* Úlendinga- og integratiónsráðharri: Kaare Dybvad Bek (S).

* Skattamálaráðharri: Jeppe Bruus (S).

* Ráðharri fyri matvørur, landbúnað og fiskiskap: Jacob Jensen (V).

* Kirkjumálaráðfrú, ráðfrú við landøki og ráðfrú fyri norðurlendskt samstarv: Louise Schack Elholm (V).

* Flutningsmálaráðharri: Thomas Danielsen (V).

* Útbúgvingar- og granskingarmálaráðfrú: Christina Egelund (M).

* Talgildingarráðfrú og ráðfrú fyri javnstøðu: Marie Bjerre (V).

* Eldramálaráðfrú: Mette Kierkegaard (M).

* Veðurlags-, orku- og veitingarmálaráðharri: Lars Aagaard (M).

Kelda: Forsætismálaráðið.

/ritzau/

 

 

 

Nýggja SVM stjórnin varð kunngjørd fyri Margretu drotning á Amalienborg í morgun klokkan 10. - Foto: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix