Her eru tey bestu í hondbóltinum

Ársins leikarar, venjarar og dómarar eru nú kosin.

Skipað verður í kvøld fyri árligu gallaveitsluni hjá hondbóltinum, og tað merkir eisini, at ársins leikarar, venjarar og dómarar verða kosin.


Tey kosnu eru:


Menn

Ársins leikari: Peter Krogh, H71

Ársins málverji: Nicholas Satchwell, Neistin

Ársins verjuleikari: Tony Weyhe, KÍF

Ársins álopsleikari: Hans Eli Sigurbjørnsson, KÍF

Ársins stjørnuskot: Jónas Djurhuus, H71

Ársins venjari: Jeppe Borch, KÍF


Kvinnur

Ársins leikari: Fríðrún Olsen, StÍF

Ársins málverji: Maja Dragoljubovic, Kyndil - Fríða Petersen, Neistin (javnar)

Ársins verjuleikari: Bjarta O. Johansen, Kyndil

Ársins álopsleikari: Marianna Holm Jacobsen, VÍF

Ársins stjørnuskot: Tóra Eliassen, Stjørnan

Ársins venjari: Flemming Raben og Jakob Jónsson, Neistin


Ársins dómarapar: Gert Hansen og Arnar Dam