Hesi eru tilnevnd til FMA

11. mars verður tiltakið Faroese Music Awards (FMA), har bestu avrikini í føroyskum tónleiki farna árið verða heiðrað, og í dag eru tilnevningarnar avdúkaðar

Hetta er tíggjunda árið á rað, at skipað verður fyri FMA, har føroyskur tónleikur verður fagnaður við livandi tónleiki og virðislønahandanum. Fyri fyrstu ferð er tað Tónleikasamband Føroya, sum skipar fyri tiltakinum, og Kringvarp Føroya, Norðurlandahúsið og Miðlahúsið eru samstarvsfelagar.

 

Í dag eru so tilnevningarnar avdúkaðar. Tað eru 10 ymiskar virðislønir, og av teimum 10 eru tað 7 virðislønir, sum hava tilnevningar.

 

Tey tilnevndu eru:

 

Popp/rokk:

 

Ársins útgáva:

1. Ivaveður - Vágaverk

2. Gult Myrkur - Guðrið Hansdóttir

3. Can't Hate Myself Into a Different Shape - Brimheim

4. For The Blue Sky - Frum

5. If I made you cry, I'm sorry - Lea Kampmann

 

Ársins Lag:

1. Síggja av Nýggjum - Marius Ziska

2. Send Mær Meira Pengar - RSP

3. Ballast Millum Maðkar - Æðrasoppar

4. I Should Have Known Better – Tamara

 5. Spotlight – Ester Skála

 

Opin bólkur:

 

Ársins Kompositión:

Kári Jacobsen - Vælsignaðir barnaskógvar

Madsen & Egilstrøð - Beinta: Departure

Klingra - Eitt minni

Yggdrasil - "Ichski" á Timint Areh

Oddur Joensen - Jazzmanian Devil

 

Ársins útgáva/konsert:

Beinta - Madsen & Egilstrøð

Akkordeon og Violin - Anna & Angelika

In a Field - Eli Tausen á Lava

Ælaveður - Pauli í Sandagerði

Føroya Symfoniorkestur, heystkonsert - Mattias Kapnas framførir klaverkonsert eftir Kristian Blak

 

Aðrar virðislønir:

 

Ársins spíri:

RSP

Æðrasoppar

Ari Hammer Joensen

Eyði Højsted Horsdal

Ikai

 

Tekstur:

Útgávan Rangvørg eftir Biritu, Urd og Kára. Tekstir eftir Urd Johannesen.

Útgávan Gult Myrkur eftir Guðrið Hansdóttir. Tekstir eftir Lív Mariu Róadóttir Jæger

Útgávan Vera eftir Elinborg. Tekstir eftir Elinborg Pálsdóttir.

 

Visuellur samleiki:

Riley

Einangran

Joe and the Shitboys

 

Virðislønir, sum ikki hava tilnevningar, eru: Eksport, Tónleikaheiður og Áhoyraravirðislønin. Hesi verða avdúkaði á FMA tann 11. mars í Norðurlandahúsinum.

 

FMA verður sent beinleiðis í sjónvarpinum og við nøkrum av Føroya fremstu tónleikarum á palli. Í ár ber til at ogna sær atgongumerki til FMA á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum. Kostnaðurin er 200 kr, og 100 kr fyri lesandi. Tiltakið er eisini fyri innboðin, og tískil er tað avmarkað atgongd.

 

Fleiri hátíðarhald

 

Tónleikasambandið skipar fyri tiltakinum innihaldsliga, men høvið verður eisini nýtt til at hátíðarhalda tveir føðingardagar – 10 ára dagin hjá FMA og 40 ára dag hjá Norðurlandahúsinum.

 

FMA er eitt savnandi tiltak, sum fevnir um øll sløg av tónleiki. Undanfarnu tiltøkini hava verið serstakliga væl móttikin – bæði av almenninginum og ikki minst av tónleikarunum sjálvum. Aftan á 10 ár kann staðfestast, at FMA er komið fyri at verða.