Kl.17.00 spælir føroyska A-landsliðið hjá monnum seinasta heimadystin í hesari HM-undankappingini. Dysturin verður á Tórsvølli, og hann er ímóti Lettlandi.
Fyrr í dag varð føroyska byrjunaruppstillingin kunngjørd, og nú er eisini tann lettiska klár. Báðar uppstillingarnar síggjast niðanfyri:
Føroyar (4-4-1-1): Gunnar Nielsen – Jónas Tór Næs, Sonni Ragnar Nattestad, Atli Gregersen, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, Fróði Benjaminsen, Hallur Hansson, Gilli Rólantsson – Róaldur Jakobsen – Jóan Símun Edmundsson
Lettland (3-5-2): Andris Vanins – Igors Tarasovs, Kaspars Gorkss, Nikita Kolesovs – Gints Freimanis, Jevgenijs Kazacoks, Olegs Laizans, Glebs Kluskins, Vitalijs Maksimenko – Valerijs Sabala, Davis Ikaunieks
Dómari: Robert Schörgenhofer (Eysturríki)