Tað var um hálvgumtrý tíðina mikunáttina 9. november, at Gunvør Balle, fyrstvalda á Tjóðveldislistanum í Havn, bjóðaði Anniku Olsen borgarstjórasessin í Havn.
Hetta var fimm minuttir áðrenn Annika Olsen, Bogi Andreasen, Annfinn Brekkstein, Heðin Mortensen, Tróndur Sigurðsson, Bjørghild Djurhuus, Helena Dam á Neystabø og Halla Samuelsen skrivaðu undir, at Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin skuldu halda fram við samstarvinum í Tórshavnar býráð valskeiðið 2017-2020.
Samráðingarnar millum hesar tríggjar flokkarnar byrjaðu í Høllini á Hálsi í Havn beint eftir, at valúrslitið var klárt. Umboðini fyri TJóðveldi og Framsókn sótu og bíðaðu í nakrar tímar, meðan hinir tríggir flokkarnir samráddust.
Tá samráðingarnar vóru lidnar, og meðan Heðin Mortensen stákaðist við at seta borð og stólar upp til at undirskriva semjuna, komu Gunvør Balle og Marin Katrina Frýdal og royndu at fáa orð á Anniku Olsen og Boga Andreasen. Tað gjørdist ikki tann langa samrøðan, men upptøkur sum in.fo gjørdi hesa náttina vísa, at Annika Olsen fekk tilboðið um at gerast borgarstjóri saman við Tjóðveldinum, áðrenn hon og Bogi Andreasen skrivaðu undir semjuna við Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin.
Og tað verður á býráðsfundi, sum byrjar í kvøld klokkan 20, at teir tríggir flokkarnir, Tjóðveldi, Framsókn og Fólkaflokkurin fara at velja Anniku Olsen til borgarstjóra í Havn. Hon og nýggja býráðið taka við starvinum nýggjársdag.
Trýst á pílin á myndini fyri at síggja og hoyra Gunvør Balle geva Anniku Olsen tilboðið um at gerast borgarstjóri