Tað verður á Oknarvegnum í Havn, at Smyril Line skal byggj nýtt Hotell. Herfyri boðaði Smyril Line frá, at ætlanin er at byggj eitt nýtt Hotell í Havn, men tey vildu ikki siga, hvar ætlanin er at byggja tað, tí enn var ætlanin ikki búgvin at leggja fram.
Men nú sigur Tórshavnar býráð at tey hava fingið eina umsókn um at byggja hotell Oknarvegin og í tí sambandi skal byggisamtyktin broytast, so at hotell skal byggjast á stykkinum.
Umsitingin hjá býráðnum heldur, at eitt hotell liggur væl á stykkinum og sostatt er tað at kalla púra vist, at ætlanin verður góðkend. Og sostatt verður tað á hesum stykkinum, beint við høvuðsætið hjá Banknordik, oman fyri SMS, at Smyril Line fer at byggja nýtt hotell.