Harðskapur, seksualitetur og kærleiki eru nøkur av evnunum, sum prátað verður um í samrøðuni millum kenda talkshow vertin Oprah Winfrey og ungu sangarinduna Rihanna.
Í nýggju samrøðuni fortelur Rihanna millum annað um ambivalenta sambandið millum seg og amerikanska sangaran Chris Brown. Eitt nú avdúkar Rihanna, at hon og Chris Brown hava sæst fleiri ferðir, eftir at hann bukaði hana, og at hon heldur, at hann er hennara lívsins kærleiki.
Umframt at Rihanna fortelur um Chris Brown, snýr prátið seg um hennara seksualitet, kærleikan til familjuna, at liva eitt lív í spotlightinum, og so vísir Rihanna eisini, hvaðani á Barbados, hon er frá.
Niðanfyri er leinkjan til samrøðan, sum er ein hálvan tíma til longdar.
http://www.rap-up.com/2012/08/19/video-rihanna-on-oprahs-next-chapter-full-episode/