Her liggja loyniligu upplýsingarnar um týningarlegurnar

Skjøl við upplýsingum um 17,5 milliónir fólk kunnu svara nógvum spurningum um fólk, sum endaðu í týningarlegunum hjá Nazitýsklandi

Síðani seinasta mikludag hava søgufrøðingar og onnur havt atgongd til tað ovurstóra skjalasavnið í Bad Arolsen í Týsklandi. Og áhugin er stórur, tí í hesum savninum er nógv av tí, sum nazistarnir skrivaðu niður um fólk, sum fóru í týningarlegurnar, og tað, sum hendi teimum.

 

Síðani seinna heimsbardaga hava ellivu lond havt umsjón við teimum umleið 50 milliónum skjølunum í Bad Arolsen, men nú hava londini skrivað undir eina avtalu, sum ger, at søgufólk og avvarðandi hjá fólki, sum vóru í týmningarlegunum, kunnu fáa atgongd til skjølini.

 

Søgufrøðingar siga, at í skjølunum eru nógvar áhugaverdar, men samstundis óhugnaligar upplýsingar um fólk, sum víorðu send í týningarlegurnar, og hvat hendi teimum har. Millum annað vænta søgufólk at fáa upplýsingar um trælaarbeiðið í legunum og læknafrøðiligar kanningar og royndir, sum nazistarnir brúktu nógvar fangar til.