Her mugu bilførarar geva tol í morgun

Eitt óhapp tarnar ferðsluni illa í løtuni

Í morgun hendi eitt ferðsluóhapp á einum krossvegi á Lambareiði. Løgreglan sigur, at ein skutari og ein bilur stoyttu saman. Løgregla, sjúkrabilur og sløkkiliðið eru á staðnum. Førarin á skutaranum hevur fingið skaða í beinið og verður fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar.

 

Men løgreglan sigur, at ferðslan er illa tarnað og har eru langar røðir av bilum, sum standa og bíða. Løgreglan heitir tí á bilførarar um at vísa varsemi  - og at geva tol. Tey fara nú undir at leiða ferðsluna ígjøgnum og at loysa ferðsluproppin.