Fótbóltur
Fótbóltslagið í enska stórfelagnum, Liverpool, er ikki av tí besta í løtuni.
Felagið, sum 18 ferðir hevur vunnið enska meistaraheitið, og sum fimm ferðir hevur vunnið europisku meistarakappingina, er ikki í fína selskapinum í ár.
Lagnuløtan var í gjár, og hóast Liverpool greiddi sín setning við at vinna útidystin móti Debrecen, so var hetta ikki nóg mikið. Treytin hjá Liverpool var samstundis, at Fiorentina ikki vann heimadystin móti Lyon, og tann fortreytin helt ikki. Við einum einsamøllum máli, sum Vargas skoraði upp á brotsspark, eydnaðist nevnliga Fiorentina at vinna seg víðari í kappignini.
Liverpool hevur nú trý stig upp til Lyon, men í Champions League telja innanhýsis uppgerðirnar, áðrenn roknað verður í málmuninum. Og í so máta var talan um dýra yvirtíð hjá Liverpool ímóti Lyon. Heima á Anfield stóð nevnliga 1-1 á talvuni, tá farið varð um teir 90 minuttirnar, men Lyon skoraði tá sigursmálið í yvirtíðini. Og í útidystinum var Liverpool á odda 1-0, tá klokkan segði 90, men aftur her skoraði Lyon í yvirtíðini.
Benitez er “tryggur”
Í fótbóltsheiminum plagar tað at vera greitt tekin um ein sekk til venjaran, tá leiðslan sigur seg hava fult álit á hesum.
Er nakað um hetta, so er lítil ivi um, at Rafael Benitez skjótt er ein liðugur maður í Liverpool.
Christian Purslow, sum er stjóri í felagnum, sigur nevnliga, at tað als ikki er upp á tal at geva Benitez sekkin.
Tað eru tað annars nógv av viðhaldsfólkunum, sum fegin vilja gera. Liverpool hevur bert vunnið tveir av seinastu 11 dystunum. Liðið er ikki longur partur av fína selskapinum í Europa, og støðan í Premier League kundi bent á, at tað verður trupult at vinna seg upp í top-4, sum gevur atgongd til Champions League komandi kappingarár.
Einasta lítla plásturið á sárið er, at júst einsamalli sigurin í teimum 10 dystunum undan tí í gjárkvøldi, kom á heimavølli móti arvafíggindunum úr Manchester United.
- Tú kanst ongan tíð verja teg móti málum í seinastu løtu, og hesi hava kostað okkum dýrt í Champions League.
- Og tað ber ikki til, at reka eitt felag upp á tilvildarligar fortreytir. Benitez hevur skrivað undir fimm-ára langan sáttmála við okkum, og hann hevur bert verið her í fýra mánaðir av teimum fimm árunum, sigur Purslow.
Fíggjarliga er tað dyggur smeitur fyri Liverpool, at teir longu nú eru úti úr fínasta europiska selskapinum, men heldur ikki hetta tykist nervað Purslow, sum sigur, at roknskapurin fer at javnviga, um felagið stendur seg hampuliga væl í Europa-league, sum felagið nú skal taka lut í.