Her síggjast málini hjá Jóan Símuni

Jóan Símun Edmundsson skoraði tvey mál fyri Vejle í dag móti Silkeborg

Her ber til at síggja bæði  málini hjá Jóan Símuni Edmundsson, tá Vejle BK í dag vann 3-2 á Silkeborg IF í venjingardysti. Viljormur Davidsen og Sonni Ragnar Nattestad spældu báðir inni.

 

Trýst HER fyri at síggja málini (www.kanalsport.dk)

 

Jóan Símun legði fyrst Vejle á odda 1-0, og skoraði so 5 minuttir fyri leiklok avgerandi málið í dystinum til 3-2, sum Vejle á twitter síðu sínari lýsir sum eitt klassa spark frá føroyska spælaranum.

 

Les eisini: Jóan Símun avgerandi

 

Viljormur Davidsen og Jóan Símun Edmundsson vóru millum teir fyrstu ellivu hjá Vejle, meðan Sonni Ragnar Nattestad kom inn í hálvleikinum.