Nú skal tað vera lættari hjá fólki við rørslutarni at sleppa í kirkju, og tað skal eisini vera lættari at fáa loyvi til at gera wc og aðrar ábøtur í gomlum kirkjum.
Tað lovar Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum.
Løgtingið hevur havt fund í dag, har høvið var hjá løgtingslimum at seta løgmanni og landsstýrisfólkum, spurningar. Og í hesum sambandi vóru tað heilir tríggir løgtingsmenn, sum tóku trupulleikan upp, at tað er so tvørligt at gera ábøtur á gamlar kirkjur.
Bæði Henrik Old, Heðin Mortensen og Høgni Hoydal, tóku spurningin upp og Jenis av Rana lovar at loysa málið. Hann sigur, at tað eru nógvir myndugleikar, sum eru uppi í, bæði kirkjuligar myndugleikar, friðingarmynduglar og politiskir myndugleikar.
Hann sigur, at talan hevur verið um góðar fundir og hann lovar, at ein loysn verður funnin.
Hann vísir á, at kring landið eru 17 kirkjur, sum eru friðaðar við lóg og harumframt eru 20 ella 21, sum eru eldri enn 100 ár. Tær eru ikki friðaðar, men har kunnu umvælingar einans gera við loyvi frá fornminnisfelagnum.
– Tað er ein trupulleiki, sum skal loysast, tí sjálvandi skal tað bera til at brúka kirkjurnar.
Hann sigur, at helst verður lógin broytt, men mannagongdir verða eisini broyttar, so at tað verður smidligari.
Trupulleikarnir kunnu vera so mangir, tað eru bæði gáttir, sum eru for høgar, umframt at hvørki parkeringsviðurskifti, wc, ella atkomumøguleikar, hava fylgt við tíðini.
Hann minnir á, at vit hava eisini ST-sáttmálan um atkomu at halda okkum til.
Henrik Old sigur, at trupulleikarnir kunnu vera so mangir. Sjálvur hevur hann óteljandi ferðir gingið í skrúðgongu úr Løgtingi í Havnar Kirkju og hann hevur lagt til merkis, at í Havnar Kirkju er ein gátt, sum er so høg, at tað er umleið triðihvør prestur, sum smekkar tærnar í og er um at fara fram eftir rommum.
– Tað kann taka fleiri ár at fáa loyvi at flyta eina hill í eini gamlari kirkju, segði Henrik Old.
Brandur Sandoy sigur, at á Sandi hava tey í nógv ár stríðst við at fáa loyvi at gera wc í kirkjuna, men myndugleikarnir eru hvørki til at høgga ella stinga í.