Her spælir Salah komandi árini

Premier League: Mohamed Salah hevur verið toppskjútti seinastu trý árini

Mynd: (Mohamed Salah/Twitter)

Mohamed Salah hevur í dag longt sáttmálan við Liverpool. Ársins spælari farna kappingarár í Premier League hevði bara eitt ár eftir av undanfarna sáttmálanum.

 

Tað vóru nógvar gitingar um, at 30 ára gamli kanturin fór at spæla eitt ár afturat í Liverpool, fyri síðani at skifta ókeypis komandi summar. Sáttmála samráðingar hava verið í longri tíð, men tær eru ikki komnar á mál.

 

Bretskir miðlar siga seg vita, at Liverpool við hesum sáttmálanum brýtur lønarstrukturin í felagnum, tí Mohamed Salah fer at fáa væl meira enn eitt nú Virgil van Dijk. Sky Sports sigur seg vita, at vikulønin liggur um tríggjar milliónir krónur.

 

Tað er ikki kunngjørt hvussu langur sáttmálin er, men bretskir miðlar skriva, at nýggi sáttmálin er galdandi til 2025. 30 ára gamli Mohamed Salah bleiv toppskjútti fyri triðju ferð í Premier League farna kappingarár.

 

Fyrr í summar skifti Sadio Mané til Bayern Munchen, har hann fær væl hægri løn enn í Liverpool. Tað hevur vakt stúran millum viðhaldsfólkini hjá Liverpool, at ein stjørnunum seinnu árini hevur skift til týskan fótbólt, meðan Mohamed Salah ikki hevur longt sáttmálan. Nú er greitt, at maðurin við 11-talinum á rygginum heldur fram í Liverpool.

 

Mynd: (Mohamed Salah/Twitter)