Her verður nýggi heilsudepilin í Havn

Nú verða nýggj høli tøk í Havn til bæði kommunulæknar og aðrar heilsutænastur

Tórshavnar Býráð fer nú at skipa ein nýggjan heilsudepil í hesum húsinum á Smyrilsvegi á Hálsi. Hetta er bygningurin, har Brunatryggingin helt til í síni tíð.

 

Annika Olsen, borgarstjóri, sigur, at síðani í fjør hevur meirilutin í Tórshavnar býráð arbeitt við at útvega hóskandi høli til kommunulæknar. Tað eru yvir 400 fólk í Havn, sum ongan kommunulækna hava, og ein orsøk til læknatrotið er, at eingi viðtaluhøli hava verið tøk

 

Men nú er arbeiðið komið væl áleiðis og ætlanin at skipa bygningin á Smyrilsveg til kommunulæknaviðtalur er komin so langt, at støða skal takast til leigusáttmála og innrætting.

 

– Arkitektar, brúkarar og onnur fakfólk eru í løtuni í ferð við at tekna viðtaluhøli sum lúka krøvini til nútíðar høli og tænastur av hesum slagi, sigur borgarstjórin.

 

– Umframt kommunulæknar, fara eisini kostráðgevarar, sum Heilsutrygd hevur sett at ráðgeva fólki við diabetes, at hava sína egnu viðtalu í bygninginum og tað fer fara heilsufrøðingarnir í Gigni eisini. Gigni ger fyribyrgjandi heilsukanningarnar av børnum

 

Borgarstjórin sigur, at Heilsumálaráðið, sum hevur ábyrgd av læknunum,  hevur boðað kommununi frá, at tvey nýggj kommunulæknastørv verða sett í Tórshavnar kommunu. Hetta er kærkomið, tí stórur tørvur er á fleiri læknum, nú fólkatalið í kommununi er vaksið í stórum síðstu árini, sigur Annika Olsen.

 

 – Harumframt ásannar kommunan, at nakrar av læknaviðtalunum í kommununi eru ikki longur tíðarhóskandi. Ætlanin er tí at niðurleggja viðtalurnar í Frúutrøð og Berjabrekku, tá nýggju og størru viðtalurnar á Hálsi eru klárar at taka í nýtslu.

 

Borgarstjórin sigur, at ætlandi fer Tórshavnar kommuna at samtykkja leigusáttmálan og byggiætlanina  á býráðsfundi í apríl, og so verður byggiarbeiðið boðið út.

 

– Við ætlanini á Hálsi er væntandi, at kommunan aftur kann fáa støðug kommunulæknaviðurskifti sigur Annika Olsen.,

 

– Harumframt fara kostráðgevararnir og heilsufrøðingarnir hjá Gigni at fáa nýggjar og betri umstøður til tvirksemið, leggur hon afturat.