Hann sigur frá nógvum vindi seinnapartin í dag kring alt landið. Hesum boða bæði Landsverk og DMI frá. Tað verður vindur í hesum støðum í kvøld:
(Dagført klokkan 19:10)
- Klaksvík, Gerðabøur - kl. 18:55 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 33 m/s
- Syðradalur - kl. 18:54 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 29 m/s
- Gjáarskarð - kl. 18:50 Skrið, í hvirlunum upp til 38 m/s
- Kambsdalur - kl. 18:54 Stívt andøvsgul, í hvirlunum upp til 36 m/s
- Gøtueiði - kl. 18:54 Stormur, í hvirlunum upp til 30 m/s
- Heltnin, Oyndarfjarðarvegurin - kl. 18:34 Stormur, í hvirlunum upp til 35 m/s
- Norðskálatunnilin, Eystanfyri - kl. 18:54 Stívt andøvsgul, í hvirlunum upp til 32 m/s
- Høgareyn - kl. 18:54 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 27 m/s
- Á Sandavágshálsi - kl. 18:54 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 29 m/s
- Oyggjarvegur við Norðadalsskarð - kl. 18:55 Stormur, í hvirlunum upp til 31 m/s
- Glyvursnes - kl. 18:57 Stormur, í hvirlunum upp til 28 m/s
- við Velbastaðháls - kl. 18:54 Stormur, í hvirlunum upp til 32 m/s
- Sandoy, á Brekkuni Stóru - kl. 18:54 Skrið, í hvirlunum upp til 33 m/s
- Hvalba - kl. 18:54 Stívt andøvsgul, í hvirlunum upp til 34 m/s
- Ørðaskarð, Fámjinsvegurin - kl. 18:58 Stormur, í hvirlunum upp til 48 m/s
- Porkerishálsur - kl. 18:54 Stormur, í hvirlunum upp til 37 m/s
Veðrið í dag annars:
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og útsynningi, 10 til 15 m/s, seinnapartin øtlar hann vindin og út á kvøldið og náttina verður skrið ella stormur av útsynningi, 18 til 23 m/s, í hvirlunum upp í 27 til 32 m/s. Eitt skifti verður stormur í støðum, 25 til 28 m/s, í hvirlunum upp í ódn, umleið 35 m/s.