Her vilja býráðslimir hava eina viðarlund í Hoyvík

Men nú verður økið ístaðin tikið til byggilendi til illa sperdar familjur, sum tikið varð til

Vit eiga at gera eina viðarlund í Hoyvík, og hon skal vera í Dalinum Langa og í Stórubrekku.

Tað halda teir seks býráðslimirnir í Havn, Heðin Mortensen, Tróndur Sigurðsson, Bjørghild Djurhuus, Helena Dam á Neystabø og Halla Samuelsen úr Javnaðarflokkinum, og Annfinn Brekkstein úr Sambandsflokkinum.

Í gjárkvøldið viðgjørdi Tórshavnar Býráð eitt uppskot frá meirilutanum í býráðnum, sum eru Tjóðveldi, Fólkaflokkurin og Framsókn, um at byggja bústaðir í Stórubrekku, sum er við Dalin Langa.

Í fyrstu syftu er talan um ein nýggjan býling við tilsamans 65 bústøðum í raðhúsum og íbúðum, umframt felagshølum og dagstovni til barnaansing. Men tilsamans er pláss fyri minst 100 bústøðum har til illa sperdar familjur, sum borgarstjórin tók til.

Men hetta er ein ætlan, sum kloyvdi býráðið í tvey, tí av teimum 13 býráðslimunum, taka teir seks býráðslimirnir í minnilutanum ikki undir við hesum.

Tróndur Sigurðsson, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, skeyt ístaðin upp at gera alt økið til eina nýggja viðarlund við trøðum, tjarnum og gøtum, sum binda grannaløgini rundan um, upp í viðarlundina.

Hann vísir á, at tað búgva eini 5.000 fólk í Hoyvík, og aðrir býráðslimir vístu á, at um nøkur ár verður fólkatalið nógvar ferðir størri, tí økið har um vegir er ætlað at vera tað næsta, stóra vakstrarøkið í Havnini.

Tí heldur Tróndur Sigurðsson, og hini fimm í minnilutanum, at tað hevði verið sjálvsagt, at tikið Dalin Langa, og Stórubrekku til eitt fríðøki og at gjørt eina viðarlund har.

Haraftur ímóti halda tey, at farið eigur at verða í holt við at byggka bústaðir við Stórutjørn, sum er beint oman fyri, og soleiðis sum býráðið hevur havt ætlanir um.

– Tíðin er komin, at Hoyvík fær eitt fríøki og eina viðarlund, tí har er rættiliga tætt bygt annars, sigur hann.

Men meirilutin í býáðnum helt fast um ætlanina at byggja bústaðir á økinum, og sostatt varð tað samtykt.

Men Tróndur Sigurðsson gjørdi greitt, at fær hann møguleikan at broyta avgerðina eftir býráðsvalið í november, fer hann eisini at gera tað.