Her vinnur NSÍ á HB

Video: Her ber til at síggja sigurin hjá NSÍ frá fyrru hálvfinaluni í kvøld

NSÍ vann í kvøld fyrru hálvfinaluna móti HB við 1-0 sigri í Runavík.

 

Einsamalla málið kom, tá 79 minuttir vóru spældir, eftir at Klæmint A. Olsen varð farin umkoll í HB brotssteiginum. Dómarin, Petur Reinert, dømdi brotsspark, og Klæmint A. Olsen skoraði ósvikaliga trygt uppá brotssparkið til 1-0.

HB leikararnir kendu seg tó snýttar í støðuni, tí at teir mettu at talan ikki var um brotsspark.

 

Omanfyri ber til at síggja samandrátt frá dystinum í Runavík, sum Jóhan Thomsen hevur tikið upp.

 

NSÍ - HB 1-0 (0-0)

1-0 Klæmint Olsen (Brotsspark, 79.