NSÍ og KÍ spældu í dag týðandi dyst við Løkin í Runavík, um hvørt av liðunum skuldi nærkast fjórða plássinum, ið gevur evropeiska atgongd til komandi kappingarár.
Endin varð at heimaliðið NSÍ vann dystin 2-0. Tað var toppskjúttin í Effo-deildini, Klæmint Olsen, ið skoraði bæði málini hjá Runavíkingum.
Omanfyri ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum. Upptøkurnar eigur Jóhan Thomsen.
NSÍ – KÍ 2-0 (1-0)
1-0 Klæmint Olsen, 30.
2-0 Klæmint Olsen, 77.