-Tað er av stórum týdningi, at eisini føroyingar, sum fylgja gongdini í Gaza, skilja, hví Ísrael ikki kann góðtaka at verða álopið av Hamas-rakettum sigur viðmerkjari á Rás2
Fyrrverandi blaðstjórin á danska blaðnum Politiken, Herbert Pundik, sum í dag býr í Ísrael, har hann er uttanríkismedarbeiðari fyri blaðið, er gestur á Rás2 í dag eftir tíðindini. Kjakið á Rásini í dag snýr seg um stríðið í Gaza, har tríggir føroyskir politikarar, Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, John Johannessen, formaður í Uttanlandsnevndini og Óli Breckmann, tingmaður fyri Fólkaflokkin fara at kjakast um tað, sum í løtuni fer fram í Gaza og Ísrael.
Herbert Pundik, sum er sera høgt í metum millum manna fyri sínar oftani sera upplýsandi viðmerkingar og oftani eisini sera hóvligu støðu sína í Palestinaspurninginum, rættvísger ísraelsku álopini í Gaza. Samtíðis finst hann eisini at ísraelsku stjórnini fyri ikki at hava gjørt nóg nógv fyri at fáa gongd á samráðingarnar við teir hóvligu palestinarnar. Jan Müller er vertur í sendingini ?Gazakjak? í Rás2 klokkan 17.10 í dag.