Herborg millum oddafiskarnar

Í gjár vann Herborg Hansen á Høgna Egilstoft Nielsen, og nú eru tey bæði saman við Margari M. Berg á odda í unglingabólkinum í FM kappingini í talvi Herborg Hansen úr Klaksvíkar Talvfelag hevur rættuliga lagt seg út í kappingina um oddasessin í unglingabólkinum í FM kappingini í talvi, sum í hesum døgum er í Skúlanum við Ósánna í Klaksvík.

Undan sætta umfari, sum var á skránni í gjár, var Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag einsamallur á odda. Í gjár hevði Høgni hvíta fólkið ímóti Herborg Hansen, sum vann talvið. Harvið eru tey bæði saman við Margari M. Berg úr Havnar Telvingarfelag á odda við 4,5 stigum. Margar M. Berg vann í gjár við hvítum ímóti Boga Hansen úr Klaksvíkar Talvfelag.

Bogi Hansen hevur saman við Heiðrikki Jacobsen úr Havnar Telvingarfelag og Vagni Dam úr Róki 4,0 stig.

Í sjeynda umfari, sum verður á skránni klokkan 14 í dag, fara tey seks omanfyri nevndu, sum eru á odda í unglingabólkinum, at dystast innanhýsis: Herborg Hansen-Margar M. Berg, Vagnur Dam-Høgni Egilstoft Nielsen og Heiðrikkur Jacobsen-Bogi Hansen.