Herborg ovast á donskum hittlista

Herborg er ovast á Vores Top við lagnum Jeg er fløjet.

Herborg Torkilsdóttir hevur seinnu árini verið væl dámd sum sangari og tónleikari í Føroyum.

 

Fyri fáum árum síðani kom hon sum eitt skot inn á føroyska tónleikapallin, og har er hon framvegis.

 

Men nú er hon eisini í Danmark.

 

Herborg og hennara lag lá fyrst sum sonevnd bobla, tað er eitt lag sum roynir at koma á listan, og tað eydnaðist  at koma á dktoppen og á listan har, ið nevnist Vores Top.

 

Herborg er ikki bara komin á listan. Hon liggur nummar eitt við lagnum Jeg Er Fløjet.  

 

Listin sæst her: Dktoppen