Á Mentanardøgum í Fuglafirði er Regnskjólagøtan vorðin eitt av hæddarpunktunum.
Eins og undanfarin ár bjóða regnskjólagøtufólkini ein kaffiduss úti undir regnskjólunum.
Her hevur verið spælt, og her var hugnalig sangløta í gjárkvøldið.
Seinnapartin í dag vitjaðu Trøllapætur og omman, og klokkan 21 í kvøld fer Herborg Torkilsdóttir at syngja í Regnskjólagøtuni.
Í morgin, sunnudagin klokkan 13.30, koma víkingarnir BEZERK at vitja í miðstaðarlundini, og her fara teir at bjóða víkingapannukøkur og fara at vísa kynstur.
##med2##
- Regnskjólagøtan í Fuglafirði er løtt at finna. Tú spákar tær frá Mentanarhúsinum fram við sjóvarmálanum, og leitar tær síðan niðan gjøgnum Miðstaðarlundina.
Á veg niðan í Regnskjólagøtuna kanst tú leggja leiðina fram við Hjallinum, og síðan víðari niðan gjøgnum brekkuna við litloftinum, og tú ert á Regnskjólagøtuni.
##med3##