Herd krøv økja um ferðslutrygdina

Nú skulu bilar í Føroyum hava ávaringartrýkant og nú er eisini loyvt at brúka skaðablunk í ávísum førum


Nú skulu allir bilførarir í Føroyum hava ávaringartrýkant í bilinum.

Tað er úrslitið av eini brouyting í ferðslulógini, sum er komin í gildi.

 

Hetta merkir, at er bilur uppsteðgaður, har hann er til vanda fyri ferðsluna, skal hann merkjast við ávaringartrýkanti

Hetta kann vera orsakað av ferðsluóhappi, motorbreki ella øðrum orsøkum.

 

- Endamálið við lógarbroytingini er at økja trygdina á vegnum eftir ferðsluvanlukkur ella motorbek, so aðrir bilar ikki renna á og fleiri vanlukkur henda, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd í eini áminning í morgun.

 

Ávaringartríkanturin skal verða settur longst til høgru á vegnum í somu síðu, sum steðgaða akfarið stendur.

- Hann skal venda framsíðuna móti ferðsluni og standa minst 50 metrar frá akfarinum.

- Á landsvegi har koyrt veður 80 km/t skal hann standa 100 metrar frá akfarinum.

 

Ferðslulógin er eisini broytt soleiðis, at nú er somuleiðis loyvt at brúka skaðablunk í somu førum sum tá ávaringartríkanturin verður brúktur.

Hetta kann tó ikki brúkast í staðin fyri tríkantin, men bara afturat.

 

- Akfør kunnu eisini brúka skaðablunk í sambandi við óvæntað bilrað ella annan beinleiðis vanda á vegi uttanfyri fjølbygt øki, fyri at ávara um ferðandi, sum koyra aftaná, um vandan.

Her kann verða talan um óvæntað bilrað, sum knappliga kemur fyri í einum tunnli.

 

Tað er ikki loyvt at brúka skaðablunk í øðrum førum enn tað, sum er nevnt omanfyri.

Eisini viðfestisakfør skulu merkjast við ávaringartríkanti, eru tey uppsteðgað har tey eru til vanda fyri ferðsluna, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd.