Herðaklapp til Tórð Mikkelsen

Kristiligt Lurtara & Hyggjarafelag hevur valt at heiðra útvarpsmannin, Tórð Mikkelsen, fyri góðar og sømiligar sendingar.

 

 

 

Seinnu árini er Tórður Mikkelsen serliga vorðin kendur fyri sínar útvarpssendingar "Við Tórði á túri", har hann ferðast kring Føroyar við upptøkutólinum og fær nógvar góðar frásagnir.

 

Tá Kristiligt Lurtara & Hyggjarafelag hevði ársaðalfund í gjár, ynskti felagið at vísa Tórði Mikkelsen virðing fyri góðar og sømiligar sendingar í Kringvarpinum. 

 

Felagið heldur, at Tórður Mikkelsen er sera dugnaligur at gera sendingar í eygnahædd, og á sín serstaka máta at gera sendingar fólksligar.

 

Sambært Kristiigum Lurtara & Hyggjarafelag vóru tað fylgjarar hjá felagnum á Facebook, sum gjørdu av, at herðaklappið í ár skuldi fara til fólksliga toftamannin í Kringvarpinum.